CTD kanning

Hvussu verður kannað fyri CTD?

Tað finnast 3 ymiskir hættir:

1

Máta innihaldið av carnitini í blóðinum

Tað, mann í veruleikanum helst ynskir at vita, er, hvat støðið av carnitini er inni í kyknunum, men tá hetta ikki tekniskt ber til at máta, brúkar man ístaðin innihaldið í blóðinum. Tað finnast fleiri mátar til áseting av carnitini í blóðinum og eru tí eisini nógv ymisk tøl fyri, hvat tað normala støði er. Skal man tolka eitt talvirði, er tað tí avgerandi, at mann at kenna normalvirðini fyri ta aktuellu analysuna, sí vegleiðandi tøl í undir FAQ.

Meira kunning um CTD

2

Ílegukanningar

Í Føroyum er CTD oftast orsakað av einum íleguvarianti nevndur N32S, men tað finnast eisini 5 onnur ílegufrábrigdi í Føroyum. Fýra teirra eru væl lýst og kunnu ávísast við ílegukanning. Tann seinasti er ikki lættur at kanna fyri og tí verður ílegukanningin sum screening ikki brúkt, tí vandi er fyri at yvirsíggja CTD- sjúklingar, sum hava ein ókendan variant.

3

Máting av aktiviteti av carnitintransportørum á dyrkaðum húðkyknum

Hetta er ein ógvuliga langrøkin og dýr kanning, sum bert kemur upp á tal í fáum útvaldum førum, har man hevur ein sterkan ilgruna um diagnosuna og ikki kann staðfesta hana á annan hátt.